AICARDI-GOUTIÈRES SYNDROM (AGS)
– ER GRUNDAÐ Á BROYTINGAR Í RNASEH2B-ÍLEGUNI
Tá vit kanna fyri Aicardi-Goutières-syndrom (AGS) er talan um tann staðfesta ílegu-variantin í Føroyum, í RNASEH2B-íleguni.
Varianturin ber heitið c.322-3C>G.
Aicardi-Goutières syndrom er ein sjúka, sum í høvuðsheitum ávirkar heilan, immunverju-skipanina og húðina. Arvagongdin fyri RNASEH2B er víkjandi.
VÍKJANDI ARVAGONGD
Fyri ílegur, sum eru víkjandi, er tað soleiðis, at sjúkan ella sjúkutekin koma ikki til sjóndar uttan at bæði eintøkini av íleguni eru broytt – bæði tað frá mammuni og tað frá pápanum. Tað vil siga, at fólk kunnu býtast í tríggjar bólkar, alt eftir hvørja støðu av íleguni ein hevur fingið frá foreldrunum:
Ikki berarar (WT): Hesi hava tvey vanlig eintøk av íleguni á báðum arvastrongjunum. (Støðan hjá barninum ytst til vinstru í tekningini niðanfyri)
Berarar: Hesi hava fingið eina av teim sjúkuberandi ílegunum antin frá mammuni ella pápanum. (Støðan hjá teimum báðum børnunum í miðjuni í tekningini niðanfyri)
Sjúk: Hesi hava tvey sjúkuberandi eintøk av íleguni, eitt á hvørjum arvastrongi. (Støðan hjá barninum ytst til høgru í tekningini niðanfyri)
Sum tað sæst á myndini, so eru sannlíkindini hjá einum pari, har bæði foreldrini eru berarar, at 1/4 (25%) av børnunum verða ”ikki berarar”; 2/4 (50%) verða berarar; og 1/4 (25%) verða dupult berarar og sostatt sjúk
AGS-SJÚKUTEKIN?
Flestu nýføðingar við Aicardi-Goutières syndromi vísa ikki beinanvegin nøkur sjúkueyðkenni ella -tekin . Hóast tað, so eru um 20 prosent fødd við eini samanrenning av eginleikum, sum viðførir støddarøkta livur og milt, hækkað livrakveikismongd í blóðinum, nervalagsfrávik og manglandi blóðplátur, sum eru neyðugar fyri vanliga blóðstórknan. Longu í fyrsta liviárinum uppliva flestu AGS-sjúklingar sera álvarsligan heila-óvirkna, sum kann halda á í mánaðir. Sjúklingurin steðgar við at mennað nýggjar førleikar og missur eisini førleikar, sum viðkomandi longu hevur vunnið sær. Lækkandi vøkstur av heila og skølti er vanligt, og vísa sjúklingar seg við óvanligari lítlari høvurstødd. Gongdin við AGS viðførir áhaldandi nervalagsskaða, tvs. álvarsligt mennningartarn. Sjúklingurin fær eisini vøddastívleika, spennir óviljað ymsar vøddar og hevur veikar vøddar í yvirkroppinum. Harumframt hava 40 prosent við AGS ein húðatrupuleika, nevndur “frostsár”, sum er sera pínufult, elvir til ringan skriða, hovna og reyðlitta húð. Vanliga sæst hetta fyribrigdið á fingrum, tærnum og oyrunum.
Berarar av AGS variantinum hava ongin árin.
KANN SJÚKAN LEKJAST?
Sjúkan kann ikki lekjast og viðger er bert symptomatisk. Flestu sjúklingar liva bert upp til barnaárini, men tó eru einstakir sjúklingar, sum hava veikari nervalags-árin, og hesir kunnu liva til vaksnamannaár.
Kelda: https://medlineplus.gov/genetics/condition/aicardi-goutieres-syndrome/#genes