Amplexa Genetics

Vit Veita Vetan

AMPLEXA GENETICS COMPANY HISTORY

Amplexa Genetics varð stovnað í 2006 og er sostatt ein av heimsins longstvirkandi, privatu, klinisku ílegustarvsstovum. Felagið er føroyskt, við starvsstovum bæði í Danmark og Føroyum. Felagið hevur frá fyrstan tíð verið slógbrótandi innan sølu av ílegukanningum. Felagið strembar beinstevnt eftir at veita kanningar við høgari góðsku og at gera kanningar, sum eru til gagns fyri tann einstaka.

Mission

Our mission is to provide knowledge that can help individuals make decisions. Whether you are private or professional, the results of our research help you plan what your family should look like or what treatment to choose for your patient.

Vision

Our vision is to develop our position as an internationally recognized partner and supplier of functional genetic analyses and become the field’s favorite.

VIT BYGGJA Á EITT STERKT YRKISLIGT OG VÍSINDALIGT GRUNDSTØÐI

Amplexa Genetics hevur, saman við viðurkendum og høgt virdum vísindaligum serfrøðingum, ment fleiri enn 100 ymiskar kliniskar genetiskar kanningar. Hesar kanningar eru innan økini nevrologi, endokrinologi, kardiologi og onkologi.

Tær kanningar sum vit gera umfata allar týðandi ílegur har vísindalig prógv eru fyri sjúku-avleiðingunum av teim einstøku mutatiónum í ílegunum.

Amplexa Genetics hevur eitt sterkt toymi av serfrøðingum við kunnleika innan fyri genetik og genetiskar kanningar og eri hesi til taks við ráðum og hjálp til tulkingar av sjáldsomum ella truplum mutatiónum.

NÚTÍMANS TØKNI

Amplexa Genetics nýtir tað besta og mest nútímans innan genetiska tøkni. Felagið er við á fremstu røð innan gransking og hevur ein dagførdan hóp av tólum til Single Cell Sequencing, Expression profiling, Real-time PCR, Next Generation sequencing (NGS) og vanliga Sanger Sequencing.

VIT TAKA SAMFELAGSLIGA ÁBYRGD

Amplexa Genetics velur hvørt ár at stuðla tveimum ymiskum felagsskapum sum royna at bøta um viðuskifti í heiminum. Gjøgnum fleiri ár, og aftur í ár, hava vit valt at stuðla Dansk Flygtningehjælp. Fólkaflytingar hava frá aldartíð tillaga okkum til tey menniskju vit eru í dag og í løtuni fyrigongur stór fólkflyting sum óvilja flýggjan undan neyð, kríggi og vanlukku. Vit vilja gjarna hjálpa hesum fólkum til eitt betri lív.

Vit hava somuleiðis valt at stuðla felagsskapinum Danske Hospitalsklovne. Hesin felagsskapur hjálpir børnum, sum er eru innløgd til viðgerð soleiðis at sjúkrahússteðgurin verður so tryggur og jaligur sum gjørligt.

ADVISORY BOARD

Rikke Steensbjerre Møller, Cand.scient, Ph.d

Head of genetic research, Danish Epilepsy Center Filadelfia, Dianalund