PRIVATLíVSPOLITIKKUR

Amplexa Genetics er privat, klinisk ílegustarvsstova. Vit selja ílegugreiningar til einstaklingar og heilsulig virkandi.Okkara arbeiði umfatar nógv dáta, og vit gera nógv burturúr at ansa væl eftir tínum dáta.25. mei 2018 kom nýggj ES-lóggáva í gildi (GDPR). Í tí sambandi hava vit dagført okkara dátupolitikk. Tær nýtist ikki órógva teg um, hvørt tað er trygt at keypa frá okkum – vit hava tryggjað teg.Nýggja lóggávan betrar um tíni rættindi – til ber at lesa okkara persóndátupolitikk niðanfyri.

INNIHALD

1. Sum heild
2. Hvørjar persónsupplýsingar innsavna vit, hvat brúka vit tær til, umframt rættarstøðið undir viðgerðini
3. Móttakarar av persónsupplýsningum. Móttakarar av persónsupplýsningum. í ES/EØS. Móttakarar av persónsupplýsningum uttanfyri ES/EØS.
4. Tíni rættindi
5. Striking av persóndáta
6. Trygd
7. Samband
8. Broytingar í persóndátapolitikki okkara
9. Útgávur

1. SUM HEILD

  • Hesin politikkur um handfaring av persónsupplýsingum (“Persóndátupolitikkur”) lýsir, hvussu Amplexa Genetics A/S (“Amplexa”, “okkara”, “vit”, “okkum”) innsavnar og handfer upplýsningar um teg.
  • Persóndátupolitikkurin er galdandi fyri persónsupplýsingar, tú handar okkum, ella sum vit savna inn umvegis heimasíðurnar hjá Amplexa (“Heimasíðan”).
  • Amplexa er dátu-ábyrgdari av tínum persónsupplýsingum. Øll áheitan til Amplexa er at verða umvegis “Samband”, sí pkt. 7.

 

2. HVØRJAR PERSÓNSUPPLÝSINGAR INNSAVNA VIT, HVAT BRÚKA VIT TÆR TIL, UMFRAMT RÆTTARSTØÐIÐ UNDIR VIÐGERÐINI

  • Tá tú vitjar Heimasíðan, innsavna vit sjálvvirkið upplýsningar um teg og tína nýtslu av Heimasíðan – til dømis hvat slag av kaga tú nýtir, leitiorð tú brúkar á Heimasíðan, tín IP-bústaður (netøkið) og vitan um tína teldu. Tað gera vit fyri at brúkarin fær sum mest burturúr, og fyri at Heimasíðan arbeiðir á skilabesta hátt. Viðgerðin av upplýsingum er neyðug fyri at kunna betra um Heimasíðan og vísa tær viðkomandi tilboð.Rættarstøðið undir viðgerðini er: EU Persondataforordningens art 6, stk. 1, litra b og f.
  • Tá tú keypir eina vøru, innsavna vit upplýsingarnar tú handar okkum, t.d. navn, bústaður, teldupostur, telefonnummar, gjaldsháttur, hvat tú keypir – og um tú angrar og sendir vøruna aftur – hvussu tú vilt hava vøruna útflýggjaða, umframt vitan um IP-bústaðin, tú keypir frá. Tað gera vit við tí fyri eyga, at kunna útvega vørurnar, tú hevur bílagt, og fyri at kunna halda okkara part av keypsavtaluni, harímillum at fara um tíni rættindi at lata vøruna innaftur, klaga – og fyri at hava møguleika at seta okkum í samband við teg í sambandi við bílegging. Upplýsingar um títt keyp kunnu eisini verða neyðugar at goyma í sambandi við lógarkrøv, tað veri seg bókhald og roknskap, men eisini um vit marknaðarføra beinleiðis. Í sambandi við sølu av vøru, goyma vit IP-búðstaðarupplýsingar hjá keypara; tað er við tí fyri eyga at hindra svik. Rættarstøðið undir viðgerðini er: EU Persondataforordningens art 6, stk. 1, litra b, c og f.
  • Tá tú meldar teg at móttaka okkara tíðindabræv (tá tað gerst virkið), innsavna vit upplýsingar um títt navn, teldupostadressu og telefonnummar, við tí endamáli at kunna røkja okkara áhuga: at kunna senda tær tíðindabrøv.Rættarstøðið undir viðgerðini er: EU Persondataforordningens art 6, stk. 1, litra b og f.
  • Tá tú samskiftir við okkum, innsavna vit tær upplýsingar, tú sjálv/ur gevur okkum, t.d. navn, bústað, teldupost, telefonnummar – og orsøkina til at tú vendir tær til okkara. Endamálið er at kunna veita bestu kundatænastu gjørligt.Rættarstøðið undir viðgerðini er: EU Persondataforordningens art 6, stk. 1, litra b og f.

 

3. MÓTTAKARAR AV PERSÓNSUPPLÝSINGUM

  • Upplýsingar um títt navn, bústað, teldupost og telefonnummar, umframt bíleggingarnummar og serlig veitingarynski, verða givin víðari til transportørin, sum tekur sær av at bera tær keyptu vøruna.
  • Móttakarar av persónsupplýsingum í es/eøs
    • Vit kunnu handa uttanhýsis samstarvsfelagum upplýsingar at viðgerða  okkara vegna. Vit nýta uttanhýsis samstarvsfelagar til millum annað tøkniligan rakstur, at betra um Heimasíðan, at senda út tíðindabrøv, umframt at loyva tær at døma um okkara virki og okkara vørur/tænastur. Millum annað handa vit t.d. upplýsingar um bíleggingarnummar til TrustPilot, so tey, okkara vegna, kunnu senda tær eina innbjóðing at meta um okkara tænastu, á heimasíðu Trustpilots. Gert tú av at meta um okkara tænastu, gerst TrustPilot dátuábyrgdari av teimum upplýsingunum. Uttanveltaði virki eru dátuviðgerar, arbeiða okkara vegna, og viðgerða dáta, sum vit eru dátuábyrgdarar av. Dátuviðgerar sleppa ikki at brúka upplýsingarnar til endamál, sum ikki beinleiðis snúgva seg um at lúka treytir í okkara samstarvsavtalu. Dátuviðgerar er álagdir trúnaðarkrav. Vit hava gjørt skrivligar dátaviðgeraravtalur við allar dátuviðgerar, ið taka sær av dáta okkara vegna.
  • Móttakarar av persónsupplýsingum uttanfyri ES/eøs

    • Vit kunnu handa uttanhýsis samstarvsfelagum upplýsingar at viðgerða  okkara vegna. Vit nýta uttanhýsis samstarvsfelagar til millum annað tøkniligan rakstur, at betra um Heimasíðan (og sum frá líður) at senda út tíðindabrøv, umframt málrættaða marknaðarføring. Uttanveltaði virki eru dátuviðgerar, arbeiða okkara vegna, og viðgerða dáta, sum vit eru dátuábyrgdarar av. Dátuviðgerar sleppa ikki at brúka upplýsingarnar til endamál, sum ikki beinleiðis snúgva seg um at lúka treytir í okkara samstarvsavtalu. Dátuviðgerar er álagdir trúnaðarkrav. Vit hava gjørt skrivligar dátaviðgeraravtalur við allar dátuviðgerar, ið taka sær av dáta okkara vegna.


4. TÍNI RÆTTINDI

  • At tryggja, at onki er dult í sambandi við viðgerð av tínum upplýsingum, skulu vit sum dátuábyrgdari greiða tær frá um tíni rættindi.
  • Innlitsrættindi
    • Tú hevur til eina og hvørja tíð rættindi at biðja okkum greiða frá, hvørjar persónligar upplýsingar vit hava skrásett (um teg), hví vit hava skrásett, hvat slag av upplýsingum vit hava skrásett, hvør ið móttekur upplýsingarnar, umframt vitan um, hvaðani upplýsingarnar stava.
    • Tú hevur rættindi at biðja okkum um eitt avrit av upplýsingunum (um teg), sum vit dátuviðgera. Ynskir tú eitt avrit av persónsupplýsingunum, skalt tú senda eina skriftliga umbøn til info@amplexa.com. Vit kunnu krevja samleikaprógv, at tryggja, at tú ert tann tú sigur.
  • Rættindi til rættingar
    • Tú hevur rættindi at biðja okkum rætta upplýsingar um teg. Um so er, at tú leggur til merkis, at vit hava skrásett skeivar persónsupplýsingar um teg, verður tú vinarliga biðin um at venda tær skrivliga til okkara, so upplýsingarnar kunnu rættast.
  • 4.4. Rættindi at strika
    • Í summum førum hevur tú rættindi at krevja, at vit strika allar ella nakrar av tínum persónsupplýsingum – til dømis um tú tekur aftur samtykki, og vit ikki hava annað rættarstøði at halda áfram við viðgerðini. Um so er, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri, at vit t.d. eru før fyri at halda rættarligar skyldur, ella kunnu greiða, seta í verk ella forsvara rættarkrøv, eru vit ikki pliktað at strika tínar persónsupplýsingar.
  • Rættindi at avmarka viðgerðina til einans goymslu
    • Í summum førum hevur tú rættindi at krevja, at vit ikki viðgera tínar upplýsingar, men einans goyma tær. Til dømis um tú heldur, at upplýsingarnar vit viðgera (um teg) ikki eru rættar.
  • Rættindi til dátaportabilitet
    • Í summum førum hevur tú rættindi at fáa persónsupplýsingar, tú sjálv/ur hevur handað okkum, útvegaðar í einum vanliga brúktum, struktureraðum og maskinulesiligum sniði. Tú hevur tá rættindi at lata øðrum dátuábyrgdara upplýsingarnar.
  • Rættindi at átala
    • Tú kanst til einu og hvørja tíð átala háttin, vit viðgera tínar persónsupplýsingar.
    • Harumframt hevur tú rættindi, til einu og hvørja tíð, av orsøkum sum snúgva seg um tína persónligu støðu, at átala okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum – viðgerð, ið vit fremja á/við lógfestum grundarlagi og áhugamálum, smb. pkt. 2.1 og 2.3.
  • Rættindi at taka aftur samtykki
    • Tú kanst til einu og hvørja tíð taka aftur samtykki, tú hevur handað okkum í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum. Set teg í samband við okkum umvegis info@amplexa.com.
  • Rættindi at kæra
    • Tú hevur til einu og hvørja tíð rættindi at kæra okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum til Datatilsynet, Borgergade 28, 5, 1300 København K Kærast kan m.a. sendast umvegis teldupost: mail dt@datatilsynet.dk ella á telefon +45 33 19 32 00

 

 

5. STRIKING AV PERSÓNSDÁTA

  • Upplýsingar, vit hava savnað inn, um hvussu tú brúkar okkara Heimasíðan smb. pkt. 2.1. gerst navnleyst, um tú ikki hevur brúkt Heimasíðan í  2 ár.
  • Upplýsingar, vit hava savnað inn, í sambandi við keyp á Heimasíðan samb. pkt. 2.2 verða sum heild gjørd navnleys tvey ár eftir at bíleggingin er avgreidd ella tikin aftur. Tó kunnu vit goyma upplýsingar longri, um tað t.d. er neyðugt í sambandi við førleikan at halda rættarligar skyldur, ella kunna greiða, seta í verk ella forsvara rættarkrøv. Roknskapartilfar verður goymt í 5 ár til endan av roknskaparárinum, hetta fyri at fylgja bókføringarlóggávuni.
  • Upplýsingar, vit hava innsavnað, í sambandi við at tú hevur teknað teg at móttaka okkara tíðindabræv, verða strikaðar, tá tú tekur aftur samtykkið til tíðindabrævið.
  • Tó kunnu vit goyma upplýsingar longri, um tað t.d. er neyðugt í sambandi við førleikan at halda rættarligar skyldur, ella kunna greiða, seta í verk ella forsvara rættarkrøv.
  • Upplýsingar, vit hava innsavnað, í sambandi við at tú hevur samskift við okkum, smb. pkt. 2.6, verða sum heild navnaleysar 2 ár aftaná. Tó kunnu vit goyma upplýsingar longri, um tað t.d. er neyðugt í sambandi við førleikan at halda rættarligar skyldur, ella kunna greiða, seta í verk ella forsvara rættarkrøv.

 

6. TRYGD

  • Vit hava sett tøknilig- og fyriskipanarlig trygdartiltøk í verk at tryggja, at persónsupplýsingar, hvørki hendiligt ella ólógligt, forkoma, gleppa av hondum, broytast ella versna, umframt at tryggja at persónsupplýsingar ikki enda hjá óviðkomandi ella verða misbrúktar.
  • Einans starvsfólk, ið hava viðkomandi orsøk at takast við persónsupplýsingarnar fyri at kunna útinna arbeiðið, hava atgongd til persónsupplýsingarnar.

 

7. SAMBAND

  • Amplexa Genetics A/S er dátuábyrgdari av øllum persónsdáta, ið verður innsavnað umvegis Heimasíðan.
  • Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar um okkara persóndátupolitikk, ella tørvar tær at brúka rættindini, umrøtt í pkt.4, set teg so í sambandi við: Amplexa Genetics A/S,, Tolderlundsvej 3B, 2., 5000 Odense. Teldupostur: info@amplexa.com       

 

8. BROYTINGAR Í PERSÓNDÁTUPOLITIKKI OKKARA

  • Um so er, at vit broyta persóndátupolitikk okkara munandi, verður tað kunngjørt á Heimasíðan.

 

9. ÚTGÁVUR

  • Hetta er 1. útgáva av persóndátupolitikki Amplexas, dagførd tann 23.11.2018